SIC í Keypmannahavn leygarkvøldið

Saman við Hatesphere, Artas og The Dying fer SIC á pall í danska høvuðsstaðnum í annaðkvøld

Í gjárkvøldið skrivaðu vit her á Portalinum, at SIC skuldi á pall saman við fimm øðrum bólkum á The Rock leygarkvøldið. Hetta var ikki heilt rætt, og eisini nøvnini á onkrum bólkum vóru komin skeivt fyri.

Rætt er tó, at SIC spælir á spælistaðnum The Rock í Skindergade í Keypmannahavn klokkan 22.00. Dyrnar opna ein tíma áðrenn, tað vil siga klokkan 21.00.

 

Umframt føroysku SIC framføra tríggir aðrir bólkar. Hesir eru Hatesphere, Artas og The Dying. Høvuðsnavnið er Hatesphere, ið ognaðu sær heiðurin sum besta live-band á Danish Metal í 2003 og 2004. Eisini vunnu teir ársins fløgu og bestu framleiðslu á Danish Metal Awards.

 

Teir fimm, ið manna SIC, eru Mikkjal Gaard Hansen, ið er forsangari, Eddie Jacobsen og Frans Galán á gittar, Gudmar Hansen á bassi og Magnus Hansen á trummun.

 

Men altso, konsertin leygarkvøldið á The Rock byrjar klokkan 22.00 og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn. Bólkarnir eru SIC, Hatesphere, Artas og The Dying.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá spælistaðnum The Rock.