Fólkini handan avstralsku alnetútvarpsstøðina Dark Cloud Radio kalla fløguna hjá føroysku Sic ein varða í tungmálmssøguni. Síðan Sic herfyri gav fløguna Pandemonium út, hevur bólkurin veruliga havt undanvind. Í føroyskum miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummælir og herfyri bóru vit tíðindini um, at avstralska alnetútvarpsrásin Dark Cloud Radio spældi tónleik hjá Sic í sendingini Aussie Invasion. Tónleikastøðin, ið leggur seg eftir at spæla tungmálm, hevur fingið heilt gott eyga á Sic og teirra tónleikur er nú javnan at hoyra á støðini.
Fólkini handan Dark Cloud Radio hava eitt felag Dark Kloud Promotions, ið virkar fyri at stuðla undir teir bólkar, ið tey meta vera serliga spennandi. Hvønn mánað verður ein bólkur valdur, til ?bólkin henda mánaðin?. Sjálvir siga teir á myspace profili sínum myspace.com/dkpromotions:
- Vit eru ikki her fyri at vinna pening, vit vilja bara kunna um teir óheftu bólkarnir, ið hava uppiborið at koma fram.
Myspacesíðan hjá Dark Kloud Promotions er hendan mánaðin nógv merkt av, at Sic er ?bólkurin hendan mánaðin?. Við fýra løgum hjá Sic, hópin av myndum og orðum. Dark Kloud Promotions lýsir fløguna hjá SIC soleiðis:
?Í september 2006 fór Sic inn í sjúka og avskeplaða heimin hjá tónleikaframleiðaranum Tommy Hansen í Jailhouse Studios í Danmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic brúktu til upptøkurnar av teimum 13 løgunum á fløguni, vóru ein ferð fyri lívið. Saman við Tommy góvu teir alt og meira enn tað og skaptu eitt meistaraverk ? ein varða í tungmálmssøguni. Við útgávuni av Pandemoninum!, hevur SIC skapt eina nýggja byrjan, eina nýggja era.?