Leygardagin komu tónleikararnir í rockbólkinum SIC aftur til landið eftir drúgva konsertferð í Europa. Teir hava spælt í fleiri londum í Europa í umleið tveir mánaðir. Vit tosa um tónleikabólkin SIC, sum hevur gjørt rættiliga nógv um seg hesi seinastu árini. Góða undirtøkan her heima varð so eisini orsøkin til, at bólkurin gjørdi av at fara út í verðina at spæla. Hesaferð til fleiri lond á europeiska meginlandinum og í Stórabretlandi. Teir hava spælt til ikki færri enn umleið 45 konsertir og hava verið væl móttíknir. Heimafturkomnir fara teir nú at gera klárt til at spæla á mongu festivalunum í summar. SIC skulu eisini spæla í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu.
Tíðindi