Harðasti, tungasti og svakasti tungmálmsbólkurin, Føroyar hava føtt, almáttugu Sic, fara aftur í ár á G! at skapa løtur, har tónleikurin ristir títt innasta inna.
Sic eru ímillum best dámdu og mest elskaðu bólkarnar í Føroyum, og teir hava trúgvastu fjeppararnar, ið nakrantíð eru sæddir her á klettunum. Teir eru støðugt vorðnir feitari, síðani teir byrjaðu fyri skjótt eini góðari løtu síðani ? og so feitir eru teir nú, at fyri nógv er tað einans ein spurningur um tíð, nær vit síggja teir á altjóða tungmálmstindinum.
?Pandamonium?, nýútkomna fyrsta fløga Sics, hevur fingið yvirgóð ummæli í metal-bløðum kring allan heimin.










