SIC í Fuglafirði

Føroya tyngsti tungmálsmsbólkur SIC spælir leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. SIC fara einsamallir á pallin, hetta kvøldið. M.a. fara teir at borðreiða við spildurnýggjum tilfari, ið teir ongantíð hava spælt áður.


Eddie Jacobsen gittarleikari í bólkinum sigur við Planet.fo, at hetta verður seinasti møguleiki hjá SIC fjepparum at uppliva bólkin á konsert í eitt fitt tíðarskeið. Hann sigur, at orsøkina til hetta fara vit at frætta meira um seinni.
 
Leygarkvøldið spælir SIC tvey sett, tað fyrra verður heldur stytri enn tað seinna. Dyrnar lata upp kl 23.30 og tiltakið endar kl 03.45. Skipað verður fyri bussum til konsertina.Havnarleiðin tlf. 595959,
Vága og Vestmannaleiðin tlf. 217752 og Eysturoyðarleiðin tlf. 505220