SIC byrjar sína rundferð kring Evropa

Í dag verður fyrsta framførslan í umfatandi rundferðini hjá SIC. Føroyski heavy metal bólkurin SIC er farin undir eina umfatandi rundferð kring Evropa, og fyrsta framførslan verður í dag í Bergen. Framførslurnar á rundferðini eru yvir fimmti í talið, og talan er um fýra lond, ið SIC vitjar komandi mánaðirnir.