SIC á asfalt

Á asfalt verður høvið at hoyra Føroya besta deyðmálmsbólk, Sic.

. Síðan SIC skiftið út í manningini í fjør, er bólkurin vorðin alsamt betur, og eru nú ein sannur veggur av deyðsmálmi. Í Mikkjal <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Gaard Hansen hevur&quot;$?$end$!$Gaard Hansen hevur</st1:PersonName$?$end$!$ bólkurin ein tann sterkasta oddamannin í føroyskum tónleiki. Hann er tað fyri tað myrka og ráa í føroyskum tónleiki, ið Eivør er fyri tað vakra og reina.<BR>Bólkurin hevur spælt rættiliga fitt í Føroyum seinasta árið, umframt at teir hava verið á konsertferðum í Danmark og Ìslandi. Tað skilst, at bólkurin arbeiðir við fløguætlanum. Teir ætla sær næstu tíðina at royna seg í útlandinum, og verða tí ikki nógv á hoyra á føroyskum tónleikapallum. Men á asfalt hava teir játtað at luttaka.
SIC vórðu nummar trý í The Global Battle Of The Bands fjør, men tað skilst, at tað einans vóru nøkur fá stig millum SIC, Lama Sea og Marius, sum vann.