Sic á Wacken

- Eftir mínum tykki hevði Sic sína bestu framførslu nakrantíð, sigur Erland Sivertsen, sum hoyrdi Sic á Wacken Battle Metal mikukvøldið.

 

Føroyski tungmálmsbólkurin Sic er í hesum døgum á stóra tónleikafestivalinum Wacken í Týsklandi. Wacken verður roknaður sum heimsins størsti festivalur fyri tungmálms-bólkar, og vanliga vitja eini 75.000 fólk festivalin. 

 

Umframt at vera ein tónleikafestivalur, er Wacken eisini ein kapping, har besti bólkurin skal finnast. Tungmálmsbólkurin Sic umboðar Føroyar á Wacken, og bólkurin var á palli mikukvkøldið.

 

- Eftir mínum tykki framførdi Sic sína bestu konsert nakrantíð. Eftir framførsluna tosaði eg við onkran av dómarunum, sum vóru bergtiknir av framførsluni hjá Sic og mettu bólkin at vera í toppinum, sigur Erland Sivertsen.

 

24 bólkar vóru á palli í Wacken Battle Metal mikudagin, og teir síðstu skulu á pallin ídag. Bólkarnir koma alla staðni frá úr heiminum.

 

Avgerðin, hvør vinnur heiðurin sum besti tungmálmsbólkur í ár, fellur seinnapartin fríggjadagin. 

 

Á myndini sæst Sic á palli frammanfyri 10.000 fólkum á Wacken Battle Metal mikukvøldið. Myndina tók Erland Sivertsen.