Sic á Tórsfest

Sic verður ein av føroysku bólkunum á Tórsfest í dag.


Pretty Maids, Basshunter og nøkur av teimum allar best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn í dag frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð á øðrum sinni skipar fyri Tórsfest. Ein av føroysku bólkunum, sum fara á pall, er Sic.

Síðan Sic vann Metal Battle Føroyar fyri tveimum árum síðan, og umboðaði Føroyar í altjóða finaluni í Wacken, hevur verið stilt kring bólkin, ið einaferð var var mettur sum eitt tað mest spennandi boðið uppá altjóða gjøgnumbrot, ið Føroyar hevði fostrað.

Stórar konsertferðir kring heimin og nógv fagnaðar fløgur hava merkt leiðina hjá Sic, og tá teir fyri nøkrum árum síðan fóru í dvala vóru tilboðini uttanlands nógv. Nú er bólkurin aftur, og ambitiónirnar røkka enn sum áður langt út um landoddarnar. Fyrsta stóra brakið hjá SIC hetta summarið verður í gongugøtuni í Havn í kvøld kl. 19.00 á Tórsfest 2015.