Sibbaveitsla í Miðvági

Ættarstevna verður í Miðvági eina viku eftir Vestanstevnu. Tað eru tey, sum ættað eru úr Sibbanum við Kirkjar í Miðvági, sum fara at hittast

Ættarstevna

Ættfólk teirra Siggu Katrinu og Hans Frederiks Hansen í Sibbanum við Kirkjar í Miðvági fara at hittast á stevnu tann 19. juli.
Stevnan er fyri øll, sum ættað eru frá Siggu Katrinu, fødd í Miðvági í 1864 , og Hans Frederiki, føddur í Miðvági 1863. Sigga Katrina doyði í 1920, og Hans Frederik í 1931.
Tey bæði áttu fimm børn, sum vuksu til og giftust og búsettust ymsastaðni. Tvey í Miðvági, tvey í Kollafirði, og ein í Kanada.
Tað eru eftirkomarar teirra, sum nú vilja hitast aftur á gamlari grund og seta hvørjum ørðum stevnu í bygdarhúsinum í Miðvági tann 19. juli klokkan 19.00
Tey, ið hug hava at luttaka á stevnuni, kunnu venda sær til fyrireikararnar, sum eru:
Johild Johannesen í Klaksvík, sum hevur tlf. 456411
Hervør Petersen í Norðdepli, tlf 452066
Anna Elisa Jacobsen í Miðvági, tlf. 332687 ella
Torbjørn Sæbúð í Hósvík, tlf 422567