Siðvenjan var ikki í lagi

Kanningarstjórin heldur ikki, at umsitingin av fiskiloyvum seinastu árini hevur verið í tráð við lógina.

Kanningarstjórin heldur ikki, at umsitingin av fiskiloyvum seinastu árini hevur verið í tráð við lógina.

 

Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, hevur í niðurstøðu síni lagt størstan dent á fiskiorkuna hjá fiskiførunum, sum eru umrødd í kanningarspurningunum.

 

Hon sigur, at galdandi siðvenja er, at veiðiorkan einans verður roknað út frá rúmmátið og maskinorku, men finst at, at eingin atlit verða tikin til aðrar umstøður.

- Í mong ár og í øllum førum heilt konkret síðani 2015, eru fiskiloyvi flutt frá einum skipi til eitt annað, uttan at kanna, um ítøkiligar umstøður hava týdning fyri veiðiorkuna. Hetta meti eg ikki er í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap. Hetta merkir kortini ikki, at allar slíkar flytingar, sum eru framdar, hava verið skeivar, sigur hon.

 

Kanningarstjórin sigur, at í sínum kanningum er hon komin fram til, at í fleiri førum eru veiðiloyvi flutt, hóast fiskiorkan er nógv økt. Sum dømi nevnir hon, at veiðiloyvi blivu flutt frá gomlu ísfiskalínuskipunum til nýggju frystilínuskipini, hóast eingin ivi er um, at veiðiorkan hjá frystilínuskipunum er nógv størri.

 

Kanningarstjórin sigur tó, at við tað, at siðvenja tí í mong ár hevur verið at flyta loyvi uttan nakra neyvari viðgerð, má landsstýrismaðurin lýsa eina nýggja kunngerð, um at nú verða mannagongdirnar broyttar.

 

Viðmerkjast skal, at nú nýggj fiskivinnuskipan er sett í gildi, er hetta, sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ikki ein trupulleiki longur.