Í aldursbólkinum dreingur 14 vóru SÍ og Fleyr í steypafinaluni. Her gjødist talan dyst, har triðja og avgerandi sett mátti til, eftir liðini høvdu vunnið hvør sítt sett.
SÍ legði best frá landi og vann fyrsta sett 25-17. Dreingirnir í Fleyr svaraðu aftur og vunnu annað sett somuleiðis 25-17. Tí mátti eitt triðja og avgerandi sett spælast fyri at finna eina vinnara.
Triðja sett gongur upp í 15. Longu aftaná 13 bóltar sá út til, at SÍ fór at vinna triðja settið uttan trupulleikar, tí tá var støðan 10-3. Fleyr stríddi seg inn í aftur finaluna. Eitt skifti var støðan 12-11 til SÍ. Dreingirnir úr Sørvági gjørdu tó monnunum kynstrið eftir og vunnu. Triðja sett endaði 15-12.
Steypafinalurnar í flogbólti hjá teimum yngru:
Gentur 14: TB - SÍ 2-0(25-17, 26-24)
Dreingir 14: SÍ – Fleyr 2-1 (25-17, 17-25, 15-12)
Gentur 16: SÍ – TB
Dreingir 16: SÍ – Fleyr
Kvinnuunglingar: TB – Dráttur
Mansunglingar: ÍF – SÍ










