Nýggja heimasíðan vsn.fo sigur frá virkseminum hjá Vísindasiðsemisnevndini Nú ber til hjá øllum at síggja, hvat arbeiðið hjá Vísindasiðsemisnevndini fevnir um, tí nevndin hevur latið sína egnu heimasíðu upp. Hon eitur www.vsn.fo.
Her sæst, hvat verkætlanir og granskingarætlanir, Siðsemisnevndin skal taka støðu til og hevur tikið støðu til. Alt virksemið hjá nevndini liggur undir Almanna- og Heilsumálaráðnum, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, varðar av.
Vísindasiðsemisnevndin er ein ráðgevandi tilmælisnevnd. Almanna- og Heilsumálaráðið tekur endaliga støðu til, um eitt nú ein granskingarætlan verður útint í verki ella ikki.
Gunhild Isfeldt, lækni, er formaður í Vísindasiðsemisnevndini, sum í løtuni annars er mannað við Dorrit Bech Joensen, lækna, Sonna Smith, journalisti, Malenu Arnholdsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingi, Ingu Poulsen Dam, presti og Fróða Joensen, lækna, sigur Vísindasiðsemisnevndin í tíðindaskrivi.