Fólk flest undrast, nú Bill Justinussen, landsstýrismaður, hevur valt nýggjar limir í vísindaligu siðsemisnevndina. Undranin snýr seg serstakliga um, at teir valdu limirnir koma úr smáum trúarbólkum, ið bert umboða nøkur fá prosent av trúarlívinum í Føroyum. Sjálvur undrist eg, men ikki av hesi orsøk. Eg undrist, at eingin setir spurnartekin við, hví siðsemisnevndin partú skal mannast við fólki, ið er knýtt at onkrari samkomu ella kirkju. Hví er tað so, at tá ið tosað verður um siðsemi, so verður hildið, at fólk sum fáast við religión, eru tey røttu fólkini at svara spurningum um siðsemi?
Orsøkin er valla, at tey hava víst seg at vera betri ella klókari enn vit onnur. Orsøkin er helst tann, at nógv fólk halda, og ikki bara úr Miðflokkinum, at siðsemi bert kann skiljast í sambandi við religión. So av tí at prestar, predikantar og trúgvandi yvirhøvur eru talsmenn fyri religión, verður hildið, at tey eisini eru talsmenn fyri siðsemi. Veruleikin er tó tann, at siðsemi er sjálvstýrandi. Hon er ikki tengd at religiónini.
Teoriin um náttúrliga lóg (en: The Theory of Natural Law) hevur verið tann ráðandi teoriin um siðsemi í søguni hjá kristindóminum. Hon sigur, at tað besta, ið kann gerast undir øllum umstøðum, er at halda seg til tað, sum hevur tær bestu orsøkirnar á sínari síðu. Soleiðis eru tann trúgvandi og tann ikki trúgvandi í somu støðu, tá ið tað kemur til at gera metingar um siðsemi. Báðir partar eru útgjørdir við samvitsku og orsøkum. Fyri báðar partar er neyðugt at lurta eftir orsøkum, og at vera trúgvur ímóti samvitskuni, fyri at gera eina ábyrgdarfulla meting um siðsemi.
Prátið um at manna siðsemisnevndina við fólki úr samkomum og úr kirkjuni, gerst eisini eitt sindur tápuligt, tá ið hugsað verður um, at talan er um eina vísindasiðsemisnevnd. Í øldir hevur verið góðtikið, at vísindin er sjálvstýrandi. Hon hevur sínar egnu spurningar, sín egna hátt at svara teimum uppá, og sín egna standard fyri sannleikanum. Í strembanini hjá granskaranum at finna sannleikan um heimin, hevur tann kristni myndugleikin einki at týða. Tað var sjálvandi einaferð, at kirkjuligur myndugleiki ognaði sær rættin til at døma vísindina í navni trúarinnar: granskingin hjá Galileo var fordømd, og hann var noyddur at havna henni, tí hon var ósambærulig við kristnu trúnna, sum hon var fatað tá. Nú hava flest øll kristin lært, at trúgv ikki gevur innlit í vísindalig evnir.










