Siðsemi í ílegugransking

Biotøkni og serliga tøknin í ílegum, ella tað vit vanliga nevna gengransking, elvir til at vit skulu taka støðu til nakrar grundleggjandi spurningar. Ofta verður kjakjast um, hvussu langt eigur at vera farið í hesi tøknini. Í hesi grein fara vit at royna at greiða frá sjónarmiðum í biotøksiðsemi. Viðmerkjast skal, at vit í hesi grein bert hava tikið tað, sum eftir okkara tykki eru høvuðhugsann-arhættirnir innan siðsemi í ílegugransking. Tí er talan ikki um, at vit nevna allar hugsunnarhættir, eins væl og at bæði gagn-siðsemi og ábyrgdarsiðsemi verða býtt í undirbólkar, sum vit ikki hava viðgjørt ella tikið við

Gisela Eliasen, stud.scient.mol-bio
Bogi Eliasen, cand.scient.pol
????????

Í sjálvari granskingini, verður oftast býtt í sonevndar reduktionistar ella einfaldsgerðar og organisistar sum hava eina heildaráskoðan..
Reduktionistar
Reduktionistar (einfaldsgerðar) kanna partar av heildum, tí mett verður grunnleggjandi neyðugt at skilja partarnar, fyri at skilja heildina. Á henda hátt verða torgreiddir partar einfaldsgjørdir (reduseraðir) til ótorgreiddar eindir, sum síðan verða kannaðar, fyri at skilja samanhangin. Reduktionisma er nógv brúkt, tí tað er tann effektivasti gransk-ingarhátturin at finna einfald atvoldarsambond (kausalitet) og soleiðis frágreiðing uppá torskildar spurningar.
Organisistar
Organisisma ella heildaráskoðan, sum eisini verður nevnd materiel holisma, tekur støði í heildini, og heldur at heildin er meira enn summurin av pørtunum tilsamans. Dentur verður lagdur á at kanna hvussu partarnir hanga og virka saman, ikki bert hvussu sambandið er millum tveir partar, sum reduktionisman ger. Organisisman brúkar ofta reduktionismuna fyri at kanna partarnar, men heldur tað vera neyðugt at hyggja eftir heildini eisini, fyri at fáa røtt úrslit
Siðsemiligi parturin
Í tí siðsemiliga partinum verður ofta býtt sundur í gagsiðsemi, (utilitarismu), og ábyrgdarsiðsemi (deontologi).
Gagnsiðsemin
Gagnsiðsemi verður ofta settur í samband við tankarnar hjá Jeremy Bentham og John Stuart Mill, sum í stóran mun eru grundtankarnir undir okkara vælferðarsamfelagi. Í hesum hugsunnarhátti er tað mest umráðandi at skapa mest gagn og eydnu. Tær raðfestingar, sum hava hetta úrslit, eru tær røttu avgerðirnar. Altso, so er mest umráðandi at hugsað um avleiðingarnar av avgerðum. Í biotøknini merkir tað, at framstig, sum betra um felagsstøðuna tilsamans skulu brúkast. Tað merkir, at eitt ávíst nýbrot, sum samanlagt betrar um t.d heilsustøðuna, skal gagnsnýtast, og at tað er beinleiðis skeivt ikki at gera tað.
Ábyrgdarsiðsemi.
Í hesum hugsunnarhátti verður ofta víst til Immanuel Kant. Ábyrgdarsiðsemi hevur í mun til gagnetikkin ávís grundleggjandi mørk. Meðan gagnsiðsemi altíð metir um felags ágóðan, so er hornasteinurin í ábyrgdarsiðsemi, at ávís mørk ikki mugu brótast, t.d rættur einstaklinga, sum er meiri umráðandi at verja, enn t.d.at øll fáa tað betri. Ábyrgdarsiðsemi verður ofta tengtd at átrúnaði.
Reduktionistar hava lyndi til at taka undir við gagnsiðsemir, meðan organisistar hava lyndi til at taka undir við ábyrgdasiðsemi.

Vit fara her at royna at lýsa støðurnar við nøkrum feskum dømum.
Egg flokking
Í 2004 bleiv tað í Danmark loyvt at flokka gitin mannaegg. Soleiðis at tað í konkretum førum ber til at flokka egg, tvs. velja egg við serligum eginleikum, til eftirgjørdan gitnað. Orsøkin til hesa lógarbroyting var sonevnda Jasonmálið, har foreldur Jasons ynsktu at fáa eitt donorbarn til Jason, so at hetta kundi lekja Jason, sum var sjúkur av Fancony Anæmi Hetta merkti, at foreldrini ynsktu at fáa eitt barn, men samstundis tryggja sær, at barnið fekk sama vevna sum Jason, soleiðis at navlastrongsblóðið kundi brúkast til at seta blóðframleiðsluna í gongd og harvið lekja sjúkuna. Hetta kundi gerast við at kanna eggini og so velja burturúr við ynsktu eginleikanum og síðan nýta eftirgjørdan gitna. Undan hesum var viðgerðin møgulig í t.d. USA, sum familjan hjá Jason eisini gjørdi, men nú er hetta eisini møguligt á t.d Skejby sjúkrahúsi og Ríkissjúkrahúsinum. Tvístøðan í hesum sambandi er, at farið verður inn, og at valt verður millum eginleikar hjá gitnum eggum
Upprunakyknur
Gransking í upprunakyknum verður í stóran mun gjørd í vrakaðum eggum, sum vóru ætlaði til eftirgjørdan gitnað. Henda gransking fevnir víða, og er ein av teim meira einfaldu ætlanunum at brúka upprunkyknurnar til at gera brósk, sum so skal brúkat til ítróttarfólk við bróskskaðum í knøðunum, soleiðis at tey fáa knøini í rættlag aftur.
Gransking í embryonum ella fostrum
Tvídrátturin í embryonalgransking er spurningurin um lív. Serliga átrúnarliga verður ofta funnist at hesari gransking. Embryonfasan er sambært Jørgen Falk Larsen tær fyrstu 8 vikurnar. Embryonsku uppruna-kyknurnar hava eginleikan at menna seg til ymsar vevnaðir. T.d. er lógin í Danmark í ár broytt soleiðis, at fostur fáa rættindi í 22 viku, har tað fyrr var í 28 viku. Nú verður mett, at eitt barn er liviført frá umleið 18.-20. viku. Í Danmark skal eitt gitið egg burturbeinast, um tað ikki er brúkt áðrenn tvær vikur eru farnar. Reduktionistar halda ikki at talan er um lív, men um evnarfrøðislisligar sambindingar og gagnsiðsemisfólk velja at hyggja at ágóðanum at granska í embryonum. Partar av ábyrgdarsiðsemisfólki meta, at talan er um lív, sum verður tikið, og tí skal ikki granskast í hesum.
Kloning
Í Danmark er mannakloning ikki loyvd. Men t.d. í Australia hevur síðan 2002 verði loyvt at granska í avlopsembryonum, og nú verður umhugsað at víðka møguleikarnar. Nýggjasta frambrotið vit hava sæð á breddanum í heimspressuni, er kloningin í Korea av embryonalum upprunakyknum. Hesi dømi eru bert fyri at vísa á, at arbeitt verður kloning av menniskjanum.
Mark fyri gransking
Tey mest progressivu í ílegugranskingini halda ikki, at nakað sjálvsagt mark skal vera í gransking. Ásjónin er reduktionistisk, og mett verður at alt sum kann betra, mett frá gagnsiðsemiligum sjónarmiði, skal brúk-ast. Bæði sum lekjandi og beinleiðis betrandi.
Organisistar royna og hava hug at vilja koma sær við í tí lekjandi partinum. Men tá tað kemur til spurningin um beinleiðis at brúka tøknina til at betra um einstaklingin, verður hetta afturvíst m.a. við tí grundgeving, at eingin veit um aðrar avleiðingar ella um ein slík betring t.d. oyðileggur aðrar eginleikar. Ábyrgdarsiðsemin heldur, at tað ikki skal broytast ov nógv.
Samanumtikið
Samanumtikið er at siga, at nógv hendir á hesum økinum, og at nógvar truplar siðsemiligar avgerðir skulu takast. Gagnsiðsemin roynir í mestan mun at hyggja eftir hvat gevur mest av sær og tí skal støða so hvørt takast til menningina innan ílegugransking. Ábyrgdarsiðsemin hevur hornasteinar, sum skulu verjast. Tað kann verða, at lív er frá tí, at egg er gitið og tí má ikki granskast í eggum ella embryonum, fyri at verja einstaklingarrættindi. Gagnsiðsemin heldur her fast um, at granskingin fer fram í eggum og embryonum sum eru frávald og tí ikki høvdu komið at verið lív hóast alt og at henda gransking er alneyðug fyri at finna viðgerðarhættir á ymsum torførum sjúkum, sum vit ikki kunnu gera nakað við ídag.
Menningin fer fram aðrastaðni, uttan mun til hvat vit gera í Føroyum.
Eru vit við kunnu vit ávirka. Men eru vit ikki við, er eingin møguleiki at ávirka nakað sum helst og helst mugu vit sjálvi keypa vitanina aftaná.

Komandi greinin verður um patent innan ílegur.