Tað er handilin MIÐGARÐ í Dr. Jakobsensgøta 12, sum Frank Møller eigur og rekur.
Frank selur museumssmúkkur og søguligar lutir, samstundis sum hann ger søguligar møblar. Handilin er innrættaður í gamlan stíl við t. d. gomlum møblum og ymiskum frá víkingatíðini.
Ein partur av handlinum er innrættaður sum verkstaður, har hann hevur ein snikkarabonk og onnur amboð til at gera søguligu møblarnar, sum hann síðan selur í handlinum.
Frank, sum er dani og hevur arbeitt sum museumspedagogur og museumshandverkari á víkingasavninum Ladby á Fyn, sigur, at øll eru vælkomin inn á gólvið til eitt siðsøguligt prát yvir ein kaffimunn.