Siðsøga í Suðuroy

Leygardagin 20. mars varð í skúlahøllini í Trongisvági skipað fyri hugnaligum tiltaki fyri øllum, sum høvdu áhuga fyri ættargransking og siðsøgu.

Lagt varð soleiðis til rættis, at tað bar til hjá fólki norðanfjørðs at fara av Havnini um morgunin og at sleppa norður aftur á kvøldi. Tað vóru fleiri, sum komu úr Havn, og onkur heilt av Skálafjørðinum.

Tað vóru gott 50 luttakarar, og teir fingu eisini góða tíð at práta um teirra felags áhugamál.

Upprunin til tiltakinum var eitt skeið, sum hevði verið í Sumba um ættargransking. Hetta hevði skapað áhugan fyri at skipa fyri einum slíkum tiltaki. Tey, sum skipaðu fyri, vóru Torgir Strøm og Jonny Dimon saman við øðrum.

Byrjað varð við morgunmati. Tað varð so skipað fyri trimum fyrilestrum.

Tann fyrsti at hava fyrilestur var Steinbjørn B. Jacobsen, kendur sum rithøvundur. Hann er ættaður úr Sandvík, og hevur fingið gott í beini har millum annað við áhuga fyri siðsøgu. Eisini hvussu spennandi tað kundi vera at finna fram til sína ætt. Sum t.d. tá hann fekk vitjan av Jákup Berg úr Hovi og fekk at vita, at hann var ættaður frá sjálvum Snæbjørn í teirri kendu søgnini í Suðuroy. Tað var ikki minni stuttligt, at Steinbjørn hevði kallað ein son Snæbjørn.

Ólavur Clementsen greiddi frá meslingunum í 1846, teir fyrstu meslingar sum høvdu verið síðan 1781. Tað áhugaverda er, at tað er nógv skrivað um hesar meslingar og tíðina í Føroyum tá.

Tað komu tveir danskir læknar til Føroya í hesum sambandi. Annar æt Manicus, og hin var Peter Panum, sum gjørdist ein sera kendur lækni, sum er ódeyðiliggjørdur við Panum Instituttinum í Keypmannahavn.

Panum skrivaði eina sera áhugaverda og eisini skemtiliga dagbók frá hesi ferð. Viðgerðin var mest vegleiðing um røkt. Millum annað, at fólk við meslingum skuldu ikki lata seg ”kvala” av ov nógvum klæðum og dýnum. Nakað sum framvegis varð gjørt so seint sum fram til 1935.

Arnfinn Bjarkhamar greiddi frá síni ætt í bæði borð. Pápin hansara Jákup Eli var ein Hjelm. Her var talan um nógvar sjómenn og nógvar vanlukku á sjónum, sum tað var so nógv av.

Mammuættin kemur úr Norðragøtu. Abbi Arnfinn var Doreus Jacobsen, sum var ein tann fyrsti í Suðuroy at koyra bil. Hann gjørdist 100 ár.

Arnfinn greiddi eisini frá sínum fimm oldurabbasystkin og teirra dupulta systkinabarni, sum fluttu til Skúvoyar nakað miðskeiðis í 19.øld. Ein eftirkomari var Hákun Djurhuus. Her varð eisini svaraður tann spurningurn, hví Hákun ikki kallaðist Poulsen, tá ið pápin æt Poulsen. Orsøkin var tann einfalda, at Hákun var føddur, áðrenn foreldrini giftust, og er tí doyptur við eftirnavninum hjá mammuni, sum var Djurhuus. So hetta var ikki pátikið, sum onkuntíð hevur verið róð uppundir.

Mary Nielsen hevði eina áhugaverda frásøgn um Jákup Niclassen, ella Jákup Sumbing, sum hann eisini varð kallaður. Hann var pápi H.N. Jacobsen, kendi bókahandlarin. Jákup róði allan vegin úr Sumbæ til Fugloyar at vitja gentuna! Mergur hevur verið í manninum.

Aftaná ein góðan døgurða fóru fólk til húsa aftur væl nøgd eftir ein frálíkan dag og við góðum hugi at fáa enn meira av ættarsøgu undan kavi.

ó.