SÍ rændi steypagullið frá ÍF

Í einari tættari og dramatiskari finalu eydnaðist tað SÍ at vinna 3-2 ímóti ÍF.

 

Steypafinalan í mansflogbólti var í høllini á Hálsi seinnapartin, har tað eins og undanfarnu tvey árini vóru ÍF og SÍ, sum dystaðust um steypagullið. Bæði árini var tað ÍF, sum fór avstað við tí.


Dystarbyrjanin var merkt av nervum og nógvum villum, men eitt annars javnt sett endaði við, at ÍF at enda streyk avstað og vann 25-21. Eisini í øðrum setti var ÍF greitt á odda og leikararnir tóktust uppgevandi, men eitt time-out gagnaði væl og SÍ bardi seg inn aftur í dystin og við 26-24 javnaðu teir til 1-1 í settum.


Í triðja setti var SÍ á odda fyri tað mesta, men hóast ÍF javnaði til 17-17, so høvdu teir í SÍ spælt seg heitar og vunnu hetta settið 25-20. ÍF stríddi seg tó væl inn aftur í dystin og í fjórða setti vendu teir einari góðari SÍ-byrjan til at koma langt framum og við 25-19 javna til 2-2 í settum.


Avgerandi sett gekk javnt á fyrstu løtuna, men SÍ vann sær lítlan fyrimun tá ið settið var hálvrunnið, og hesa leiðsluna megnaðu teir meistarliga at halda um. Ein rokmikil endi við atfinningum um dómar og uppstillingar endaði við, at SÍ vann settið 15-13 og harvið finaluna 3-2. Harvið glapp tað hjá SÍ, sum nú loksins er steypavinnari eftir at teir hava tapt finaluna seinastu tvey árini ímóti júst ÍF.


Fylg beinleiðis frásøgnini, sum in.fo hevði frá finaluni, niðanfyri:


 

ÍF - SÍ 2-3 (25-21, 24-26, 20-25, 25-19, 13-15)

 

 

 

 

 

5. sett:

SÍ vann sær skjótt lítlan mun í hesum avgerandi settinum. Hóast teir ongantíð sluppu at renna avstað, so varðveitti SÍ munin allan vegin og vann steypafinaluna við minst møguliga muninum: 3-2 og 15-13 í avgerandi setti.

 

4. sett:

SÍ hevði beina kós ímóti finalusigrinum og var á odda 10-5, men tá rapaði fullkomiliga hjá sørvingum – teir taptu heili sjey bóltar á rað og ÍF slapp á odda 12-10. SÍ vann seg framum aftur við einum bólti, men so sat ÍF á restini og vann settið 25-19. Neyðugt er tískil við einum fimta og avgerandi setti.

 

3. sett:

Nú hevur SÍ takið á dystinum. Teir vóru frammanfyri tað mesta hetta triðja settið, og burtursæð frá at ÍF javnaði til 17-17, so hevur SÍ verið omaná og vann eisini hetta settið 25-19. SÍ er nú á odda 2-1 í settum.

 

 

 

2. sett:

SÍ fekk eina góða byrjan, men teir komu skjótt afturúr og virkaðu uppgevandi so hvørt sum ÍF økti um leiðsluna. Kristian Mikkelsen, SÍ-venjari, tók time-out og gav leikarunum eina skolu, og hetta hjálpti. Eftir at hava verið aftanfyri við nógvum stigum, eydnaðist tað SÍ at javna til 22-22 og síðani at vinna tøttu avgerðina 26-24. 1-1 í settum.

 


1. sett:

Talan var um eina sera javna dystarbyrjan, har munurin ongantíð var meiri enn tann eini bólturin. SÍ gjørdi fyrsta hálið og kom á odda 14-11, tá ið ÍF valdi at taka time-out. Tað bøtti munandi um støðuna, tí løtuna eftir riggaði alt hjá ÍF, kanska serliga blokkurin, og teir vunnu settið 25-21.