Frælsur ítróttur
Ási Mikkelsen hevur áður vunnið heiðursmerki í longdarlopi á Oyggjaleikunum, og tí vónaðu føroyingar sjálvsagt, at hetta eisini kundi lata seg gera, tá longdarlop var á skránni mánadagin.
Tað vísti seg tó skjótt, at gull ella silvur fór talan at verða um, tí tveir leyparar av ávíkavist Rhodos og Guernsey lupu hvør sítt lop, sum var væl oman fyri føroyska metið.
Bronsan var nær við
Ási kom tó væl og virðiliga víðari í kappingin við einum lopi á 6,85 metrar, men annað enn at røkka somu longd enn einaferð megnaði Ási ikki hendan dagin.
Einki er at ivast í, at Ási iðraði seg um, at hann ikki fekk sett eitt lítið sindur betri av í onkrum av royndum sínum. Føroyska met hansara er 7,10 metrar, og hetta hevði so væl og virðiliga tryggjað honum bronsumerkið. Tað fór ístaðin til ein saaremaa-búgva, sum hevði 6,90 metrar sum longsta lop sítt.