SÍ er í 9 av 10 finalum

Um vikuskiftið verður stóra finaluvikuskiftið hjá føroyskum flogbólti. Umframt mans- og kvinnufinalurnar, sum vera leygardagin, vera átta aðrar finalur.

 

Ikki kann sigast annað, enn at kappingarárið hevur hilnast væl hjá SÍ. Av teimum tilsamans 10 finalunum, er SÍ umboðað í 9. Finalan hjá kvinnuunglingum er tann einasta, sum SÍ ikki luttekur í. Annars luttekur SÍ í mans- og kvinnufinaluni, í finaluni hjá mansunglingum, hjá dreingjum 12, 14 og 16, og hjá gentum 12, 14 og 16.

 

Finalurnar byrjað leygarmorgunin klokkan 09.30, tá dreingir 12 hjá SÍ og Fleyr bresta saman. Klokkan 13.30 er kvinnufinalan millum Fleyr og SÍ og klokkan 15.30 er mansfinalan millum ÍF og SÍ. klokkan 18.30 spæla so SÍ og Fleyr finaluna í dreingir 14. 

 

Sunnudagin verða so restin av ungdómsfinalunum. Klokkan 13.00 leggja gentur 12 til brots, tá SÍ og TB spæla, og klokkan 14.15 spæla gentur 16 liðini hjá somu feløgum. 

 

Klokkan 15.30 er finalan hjá mansunglingum, sum er millum SÍ og Fleyr, áðrenn SÍ og TB aftur spæla móti hvørjum øðrum klokkan 16.45, hesa ferð í kappingini fyri gentur 14.

 

Kvinnuunglingarnir hjá Mjølnir og Fleyr spæla finalu sunnudagin klokkan 18, og so enda dreingir 16 ballið, tá Fleyr og SÍ spæla móti hvørjum øðrum klokkan