TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við spælskiparan hjá KÍF, Àsa Dam, aftaná Ási og liðfelagarnir høvdu vunnið 30-25 (17-13) á StÍF í høllini í Kollafirði fyrr í kvøld.
Ási Dam heldur, at teir høvdu munin í kvøld, men ásannar, at teir mangan áður hava havt trupuleikar við at lukka dystirnar ímóti StÍF.
Tað var eitt bevíst val at mansverja stórskjúttan hjá StÍF, Svein Justinussen, tí Ási Dam staðfestir, at Sveinur Justinussen er besti skjútti í FTZ-deildini, og tí mátti tann skaðan minkast.
Nú ætla Ási Dam og liðfelagarnir at enda árið væl við einum heimasigri á Kyndli leygarkvøldið.
Støðan