Sørvágur er flogbóltsbygd burturav. Tað sást aftur í dag, tá ið dreingir 16 ár hjá SÍ vunnu FM í finaluni í Trongisvági.
Mótstøðuliðið var Fleyr. SÍ vann 3-0. Settúrslitini vóru 25-19, 33-31 og 25-20.
Annað settið var sera spennandi, og Fleyr var frammanfyri 23-21. SÍ svaraði aftur, og at enda vunnu sørvingar hetta settið 33-31. Tá ið teir so eisini vunnu triðja settið, var tað greitt, at FM heitið endaði í Sørvági.
Aftanfyri frá vinstru:
Rajko Petrovic, venjari, Hjørtur Joensen, Jón Weihe Simonsen, Óskar í Haraldsstovu Weihe, Teitur Anderson, Oddur í Haraldsstovu Petersen, Julina Vest Niclasen og Katla Henriksen.
Frammanfyri frá vinstru:
Guðrun Johnsdóttir, Ragnar Weihe, Tóki Joensen, Bárður Heðinson, Ari í Haraldstovu Petersen og Sissal Ellefsdóttir.