Ákæruvaldið hevur skotið ein dóm fyri siðamisbrot inn fyri landsrættin. 50-ára gamli maðurin fekk 8 mánaðir fongsul, hóast ákæruvaldið kravdi 15 mánaðir. Tá Føroya Rættur í desember dømdi ein 50-ára gamlan mann 8 mánaðir fongsul fyri at hava gjørt seg inn á tríggjar brøður í eitt tíggju ára skeið, var dómuriun nógv linari, enn ákæruvaldið kravdi
Maðurin varð dømdur eftir paragraf 222, sum umrøður blygdanarskemd og ikki eftir paragrafunum 224 og 225, sum umrøða »anden seksuel omgang end samleje«.
Av tí at talan var um eina játtanarsak, varð ikki hildið neyðugt at innkalla dreingirnar sum vitni, men nú verður málið so tikið upp aftur í landsrættinum, og tá verður tað við øllum vitnum. Altso eisini við dreingjunum, sum vitnir.
Av tí at dómarin avgjørdi at nýta paragraf 222 sum grundarlag, var ein stórur partur av ákærunum móti elsta dreinginum fyrnaðar, og tí fekk hann heldur ikki eins stórt endurgjald sum yngru brøðurnir.
Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan eftir paragrafunum 224 og 225, sum eisini gevur grundarlag fyri nógv strangari revsing, enn mildara paragraf 222 gevur.
Landsrætturin kemur til Føroya í mars, og tá kemur hetta málið fyri aftur.
Viðgongur siðamisbrot
Í ákæruritinum sigur ákærin, at maðurin hevur følt upp á tann tá 13 ára gamla dreingin og hevur havt »oralsex« við honum.
Tann nú 64 ára gamli maðurin játtaði seg sekan, men vildi verða við, at hendingin fór fram undan 1. desember 1997, og tað hevur stóran týdning, tí júst hendan dag kom nýggj lóg í gildi, og er hendingin farin fram undan hesum degi, er málið fyrnað.
Tann nú 20 ára gamli maðurin er í Danmark, og tað verður neyðugt at avhoyra hann aftur.