Siðamisbrótarar hóttir

Eisini í Føroyum eru siðamisbrótarar í vanda í varðhaldinum. Dømi eru um, at teir biðja um at sita avbyrgdir

Tað er alment kent, at lógbrótarar hava sínar egnu moralsku lógir. Hjá teimum er tað í fínasta lagi at eitt nú ræna ein banka, svika og drepa fólk, men teir vilja ikki vita av teimum, sum gera seg inn á børn.
Tað er ikki ókent í øðrum londum, at siðamisbrótarar hava verið noyddir at gjalda við lívinum í fongsli, og ofta hevur verið neyðugt at flyta fangar, sum hava sitið fyri siðamisbrot í annað fongsul at sita. Aðrir fangar hava ligi teimum eftir lívinum, og roynt verður í nýggja fongslinum at dylja, hví viðkomandi hevur fingið dóm.
Siðamisbrótarar eru teir lægstu á stiganum, og teir næst lægstu eru teir, sum hava neyðtikið ella á annan hátt hava gjørt seg inn kvinnur.

Sama í Føroyum
Varðhaldið í Føroyum kennir eisini til moralin millum tey kriminellu.
Tað er vandaleyst hjá einum siðamisbrótara at sita millum vanligar fangar. Verri er, um teir koma at sita saman við fólki, sum hava framt størri lógarbrot. Stuttsagt sita millum kriminell fólk.
- Vit ansa væl eftir, tá ið so er. Vit uppliva, at siðamisbrótarar verða frystir úti, og dømi eru um, at siðamisbrótarar eru bukaðir, tá ið vit hava vent ryggin til, sigur Bent Jákup Hansen, leiðari í Varðhaldinum, sum nú er í Mjørkadali.
Fleiri dømi eru um, at siðamisbrótarar í Føroyum hava verið so bangnir fyri hinum fangunum, at teir hava biðið um at koma í klivan at sita, og at fangavørðarnir snara lykilin um.
Teir eru bangnir fyri lívi sínum.