Sangarin í kenda og folksliga danska orkestrinum, Shubidua. Michael Bundesen, fekk blóðbpropp hósdagin. Hann var heima, tá ið hann fekk blóðpropp, men varð fluttur á sjúkrahús alt fyri eitt og hevur tað betri nú, sigur danska TV2 í dag.
Men tey, sum eru rundan um hann siga, at nú skal hann hvíla seg og ein avleiðing av tí er, at Shubidua hevur avlýst allar konsertirnar í summar.
Talan var um einar 8-10 konsertir, sum skuldu verða kring um í Danmark í summar
Men eftir ætlan verður farið á konsertferð aftur seinni









