Fáar tímar eftir, at donsku tónleikararnir í ShuBiDua vóru lendir í Vágunum, endaðu teir í Kagganum í Havn. Klokkan nærkaðist ellivu tórskvøldið tá teir komu í klubban.
? Vit ætla okkum at lurta eftir tónleiki. Ikki at spæla, gjørdi oddamaðurin, Michael Bundesen, púra greitt í somu løtu teir trinu inn. Tað bilti heldur ikki, tí orkestrið Tangz, sum spældi hetta kvøldið í Kagganum, var á høgum støði. Hetta vóru eisini gomlu Shubbarnir á einum máli um.
? Han synger sgu´ pissegodt, ham der, segði Bundesen og sipaði her við til unga sangaran í Tangz, Rók Jacobsen.
Tónleikararnir í ShuBiDua nutu ein kaldan veðr, meðan teir lýddu á Tangz í o. u. ein tíma. Teir skuldu snimma á føtur fríggjamorgunin.
? Vit fara at skjóta skarv og fiska fiskar, søgdu teir smílandi shubbarnir.
Tá teir vórðu spurdir, hvørjum báti teir skuldu við, og hvørjari leið teir fóru at royna á, varð svarað, at teir skuldu møta í móttøkuni á gistingarhúsinum klokkan níggju. Í gummistyvlum. Meira vistu teir ikki.
Blíðskortaður Bundesen
Tey umleið 100 fólkini, sum vóru í Kagganum hetta kvøldið, lótust nærum ikki um vón, hóast danski stjørnubólkurin var komin á staðið. Einasti, sum vildi gera okkurt serstakt burtur úr, var ein av fyrireikarunum, ið fór yvir til Michael Bundesen, sum stóð í einum horni við barrina millum aðrar áhoyrarar. Á góðum gomlum gøtu-donskum spurdi hesin hin danska sangaran:
? Skal vi flytte nogle mennesker, saa i faar bedere pladds..?
Bundesen svaraði aftur við at rena eyguni eftir honum og gera púra greitt, at tað undir ongum umstøðum kom upp á tal. Hann kendi seg eftir øllum at døma væl sum fólk millum fólk!
Annars gleddust danirnir um, at øll atgongumerkini til konsertina fríggjakvøldið vóru seld. Teir mintu á, at hetta er fyrstu ferð, teir eru í Føroyum.
? Vit kunnu lova føroyingum allar klassikararnar. Hvalen Valborg. Den røde tråd. Fed rock. Folkevognen. Og mangt annað, sum vit sjálvir halda vera stuttligt, segði ein sera blíðskortaður Bundesen áðrenn teir fóru heim at sova niðurfyri til útróðurin fríggjamorgunin.










