Shu-bi-dua til Føroyar

5. november fáa føroyingar fyri fyrstu ferð høvi til at skrála við, tá Dogshit in my garden, Sexchikane og aðrar danskar landaplágunum frá Shu-bi-dua verða at hoyra í Ítróttarhøllini á Hálsi

Nógvar ferðir hevur verið roynt uttan at nakað ítøkuligt er komið burturúr, men nú tykist tað vera heilt víst, at ein hin størsti danski bólkurin nakrantíð, Shu-bi-dua, kemur til Føroyar at halda eina koncert. Umframt allar Shubbarnir verða fleiri hjálparfólk við í ferðalagnum, soleiðis at tað tilsamans eru 12 fólk, sum koma henda vegin.

Seinastu 25 árini hava teir fingið danskarar til at skrála saman við teimum til landaplágur av øllum slag, so sum Vuffeli-vov, Hvalborg, Folkevognen fyri bert at nevna nakrar. Teir hava selt yvir 5 mió eintøk av bondum, plátum og cd, umframt at teir í fleiri ár hava hildið konsertir um alt landið.

Ikki færri enn 17 ymsar plátur bera navn teirra, umframt at teir sjálvandi eisini hava givið út uppsamlingsplátur o.a. At hesar eisini eru at finna í nógvum heimum, runt um í Føroyum, ber eisini boð um, at teir hava stóra undirtøku her á landi.

Fólk úr øllum aldursbólkum kennast aftur við sangir teirra, og eru fyrireikararnir eisini fegnir um, at tað hevur eydnast at fáa ein bólk, við somikið breiðum lurtaraskara at koma hendavegin. Tónleikur teirra er víttfevnandi, men samanumtikið kann sigast, at talan er um lættan tónleik, har stórur dentur verður lagdur á tað humoristiska, og er talan um bæði heimagjørd løg og alternativar umsetingar av løgum hjá kendum bólkum.

Tiltakið, sum er sett til at verða fríggjakvøldið 5. november er fingið í lag eftir at fyrireikararnir hava arbeitt við málinum seinastu 6 vikurnar. Nógvar samrøður og nógv telefaks eru farin framvið, og nú tykist alt vera komið í rættlag hesum viðvíkjandi. Hetta er fyrstu ferð at bólkurin Shu-bi-dua er í Føroyum, men fyrst í sjeytiárinum vóru nakrir teirra her á landi, við bólkinum Passport.

Ítróttarhøllin á Hálsi verður karmur um tiltakið, og við væntaðu nýggju góðkenningini, sum er umrødd aðrastaðni í blaðnum, verður rúm fyri 2.000 fólkum. Sostatt er væntandi at tiltakið verður tað størsta av sínum slag, sum higartil hevur verið hildið í Føroyum.

Vit hava spurt okkum fyri, hvussu tað ber til, at ein somikið stórur bólkur kemur til Føroya at spæla. Tað kann í hvussu so er ikki vera peningaliga avkastið av tiltakinum, sum dregur teir henda vegin, tí manningin man ivaleyst teljast millum best løntu tónleikararnar í Danska ríkinum. Frá fyrireikarunum frætta vit, at teir í bólkinum hildu, at tað kundi veriði spennandi at spælt í Føroyum, samstundis sum hetta verður ein nýggj uppliving hjá teimum.

Krøvini, sum ein slíkur bólkur seta til fyrireikararnar, eru sjálvsagt stór. Bara tað at tað higartil hevur tikið 6 vikur at tosað aftur og fram um tiltakið, sigur somikið sum tað, at nógvir smálutir hava verið at fingið upp á pláss. Ivaleyst er eisini nógv eftir at gera enn, men sum vit hava skilt á lagnum, átti hetta ikki á nakran hátt at viðført óvæntaðar trupulleikar.

Forsølan til konsertirna byrjar mánadagin. Fyrireikararnir leggja dent á, at talan bert verður um eina konsert, og at fólk sostatt ikki fáa møguleikan at hoyra teir á einari eyka framførslu, soleiðis sum ofta hevur verið gjørt, tá okkurt tiltak hevur fingið góða undirtøku. Sostatt verður væntandi neyðugt at ogna sær atgongumerki í góðari tíð, um tú vilt vera vísur í at teljast millum áhoyrararnar. Væntandi verður talan um 15 sølustøð, umframt at møguleiki verður at keypa sær atgongumerki á alnótini. Sostatt verður møguleiki hjá eitt nú skúvoyingum at bíleggja sær atgongumerki, uttan at vera noyddur at leggja leiðina til Havnar.

Lesið meira um tiltakið í blaðnum í komandi viku.