Mánadagin gekk Bosse Hall Christensen túr við hundi sínum, tá hann brádliga small, og visti ikki hvat vendi upp, og hvat vendi niður.
Hann sigur við Ekstrablaðið, at hann tá varnaðist, at her var helst talan um okkurt álvarsligt. Hann var fimm minuttir burtur frá bili sínum, men fann ikki útav at koma sær inn í bilin, tá hann kom til bilin. Seinni fær hann tað betri og fær ringt til lækna, sum beinanvegin sendi sjúkrabil á staðið.
Staðfest varð, at hann hevði havt lítlan blóðtøpp í heilanum.
Hann kom fyri seg rættiliga skjótt, men hevur aftan á fingið lítlan hvøkk av hendingini, og er í dag glaður fyri at vera sloppin væl og at vera á lívi.
Hann slapp sostatt betri, enn kendi forsangarin í Shu-Bi-Dua, Michael Bundesen, sum í 2011 fekk blóðtøpp í heilan, og í dag situr í koyristóli.
Bosse Hall Christensen var við Shu-Bi-Dua frá byrjan í 1973, til 1981, tá rúsdrekkatrupulleikar gjørdu, at hann fekk fótin.
Á stóru myndini av Shu-Bi-Dua sæst Bosse sum nummar tvey frá høgru og innsetta myndin er nýggjari mynd av honum.