Showmenn hava lagt Lagið Step into Christmas á Youtube, sum eina jólaheilsan til okkara. Lagið er ein demo, ið bólkurin gjørdi fyri nógvum árum síðan til vinir og kenningar, men nú er tað tøkt fyri okkum øll at hoyra.
Teir munnu vera Føroya besti dansibólkur gjøgnum tíðirnar, ein sannur superbólkur við limum, ið frammanundan vóru millum Føroya fremstu tónleikarar, ið funnu saman sum Showmenn.
Teir spældu til tiltøk kring alt landið og og hóast teir góvust á toppinum í 2007, so hava teir ofta funnið saman aftur, og eru javnan brúktir, tá tørvur er á einum framúrskarandi bólki til okkurt tiltak, ella sum undirspæl til onkran sangara.
Njótið teirra jólaheilsan omanfyri.