Showmenn, Spaðar 5 og Símun úr Konoy á Asfalt

Dansi-tjaldið hjá Asfalt fer í vikuskiftinum at spenna seg út og bjóðar uppá nøkur av teimum mest fólkakæru føroysku nøvnunum, tá tað snýr seg um gamlamannadans. Fríggjakvøldið spæla Showmenn fyri fyrstu ferð í trý ár, men áðrenn teir fara á pall verður høvi at hoyra Símun úr Konoy og Deiggj. Leygarkvøldið verður minst líka forvitnisligt ? tá fara Spaðar 5 á pallin kl. 01. Frammanundan framføra so forkunnug nøvn sum Hóps, Hanus, Páll Finnur Páll og Tinganest í dansi-tjaldinum hjá ASFALT.

 

Í Dómkirkjuni verður aftankvirra fríggjakvøldið kl. 20, har millum annað føroyski sangbólkurin KATA framførir sjáldsaman bulgarskan fólkatónleik. Leygarmorgunin kl. 11.30 spælir strúkikvartettin Doria eisini í Dómkirkjuni.

 

Á Tjóðpallinum fer Anna Háberg leygarkvøldið at framføra løg av nýggju fløguni Nakið. Fríggjakvøldið fara Lív Næs og Niels Midjord í Miðlahúsinum at syngja norskar vísur í føroyskum hami. Eisini verður høvi at hoyra nøvn sum Petur Pólson, Tjant og Una Arge á Asfalt í ár.

 

Umframt tónleik bjóðar ársins Asfalt veitsla uppá framsýning í Posthúskjallaranum, har Ingi Sørensen sýnir sínar undirsjóvarmyndir fram. Harafturat verður mótatiltakið Spírar, har bestu føroysku sniðgevararnir vísa, at eisini á hesum økinum duga føroyingar væl.

 

-Í hesum sparitíðum lova vit, at á Asfalt fært nú nógv mest fyri pengarnar. Einans kr. 350,00 fyri róman innan føroyskan tónleik, list og móta. Tilsamans úti við 100 upptraðkandi til nærum 60 tiltøk! Og so fer alt fram í Føroya einasta mini-metropoli, við bestu skeinkistøðunum og shoshopping-møguleikunum í landinum, sigur Jóhannus á Rógvi Joensen, fyriskipari.