Dreymakvartettin við Kim, Jens Marna, James og Johannus spælir komandi vikuskiftið í Rex.
- Teir spæla sum dreymar og syngja sum einglar, og nú hava teir funnið felags fótafestið aftur. Komandi vikuskiftið hava Showmenn tvær konsertir í Rex, sigur Rex í tíðíndaskrivi.
Fríggjakvøldið spæla teir fyri teimum yngru, og leygarkvøldið fyri teimum yvir 25 ár. Teir fýra í bólkinum ? Kim, Jens Marni, Johannus og James - hava vant alla seinastu viku og eru nú til reiðar við eini spildurnýggjari skrá, sum er ein blandingur av føroyskum og útlendskum tilfari
Fýraraddað kórið, sum leikaði í fyri nøkrum árum síðani, gavst annars á toppinum í fjør, tí limirnir vildu royna okkurt nýtt. Talan verður sostatt um tvær sonevndar reunion-konsertir.
Alment eru Showmenn ikki komnir saman aftur ? talan verður bert um hesar báðar tvær konsertirnar í Rex.









