Um vikuskiftið verður stóra styrki, vakurleika og fitness tiltakið ”Burn Showdown” í høllini á Hálsi, har 14 ymiskar kappingar verða. Ein av kappingunum við flest luttakarum er Bikini fitness kappingin.
Kappast hevur verið í Bikini fitness síðan 2015, tá Linda Oliversdóttir vann fyrta plássið. Í 2016 fór Ruth Poulsen avstað við sigrinum, meðan, Oda Kjartansdóttir Strøm vann triðju kappingina.
Innan fitness heimin eru fýra ymiskir bólkar at kappast í hjá kvinnum: Bikini fitness, body-fitness, physique og bodybuilding. Tað, ið eyðkennir Bikini fitness er tann meiri kvinniligi formurin, tónaðu vøddarnir og hægsta feitt prosentið av teimum fýra bólkunum. Poseringarnar hjá kvinnunum skulu vera bleytar og femininar við jøvnum rørslum. Tær skulu vísa seg framman ífrá, frá síðunum og aftanífrá, verður sagt í lýsingini av kappingini.
Bikini Fitness:
Barbara Jensen
Ann-Sofie Lykke Gustavsen
João Carlos Soeiro Paulo
Heidie Strandgaard Hansen
Sarah St. Clair Norton
Pernille Kjellstrøm
Berit Madsen
Nina Norden Andersen
Britt Kristine Thorhauge Christiansen
Elisabet Dam Jacobsen
Ann-Sofie Gustavsen
Birita Joensen
Bina Ólavsdóttir
Nicolai Crovato Lyhne
Eva Behrmann
Natasja Skoglund
Her er skráin til tiltakið:
Fríggjadagin 17. novembur
17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna
18.15 – 20.15 Strongman
20.30 – 23.00 Boksing
Leygardagin 18. novembur:
12.00 – 13.00 Kettlebell
13.00 – 15.00 Weightlifting
14.00 – 16.00 Powerlifting
15.00 – 17.00 Crossfit
17.00 – 19.00 Steðgur
19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands
22.15 – 22.45 Steypahandan
23.00 - Medina