Showdown: Bjarni Nielsen móti heimselituni

Sterkmanskappingin hevur nøkur av størstu nøvnunum í heiminum á listanum

Um vikuskiftið verður stóra ”Burn Showdown” tiltakið í høllini á Hálsi. Til sterkmanskappingina, sum verður fríggjadagin, verður ongin minni Zydrunas “Big Z” Savickas ein av luttakarunum.

 

Litaviski risin verður javnan rópur heimsins sterkasti maður – nakrantíð. Hann hevur fýra ferðir vunnið kappingina, Heimsins sterkasti maður. Umframt tað, so hevur hann vunnið Arnold Classic heilar átta ferðir, men hevur seinastu tvey árini stríðst við nervaskaða.

 

- Seinastu tvey árini hevur hann ikki havt tey bestu úrslitini. Vit hava haft vitjan av honum í Føroyum fyrr, og tá hevur hann ikki verið upp til sítt besta. Men seinastu tíðina hevur hann vunnið tær kappingar, hann hevur verið við í, og alt tíður á, at Big Z er aftur, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari fyri ”Burn Showdown”.

 

Kappingin kemur at hava ein altjóða dám, tí seks altjóða risar koma á vitjan, meðan føroyska ísletti er Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen.

 

Sterkir menn:

John Pollock

Zydrunas Savickas

Joachim Gustavsson

Mikkel Leicht

Laurence Shahlaei

Ole Martin Hansen

Bjarni Nielsen

 

Her er skráin til tiltakið:

Fríggjadagin 17. novembur

17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna

18.15 – 20.15 Strongman

20.30 – 23.00 Boksing

 

Leygardagin 18. novembur:

12.00 – 13.00 Kettlebell

13.00 – 15.00 Weightlifting

14.00 – 16.00 Powerlifting

15.00 – 17.00 Crossfit

17.00 – 19.00 Steðgur

19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands

22.15 – 22.45 Steypahandan

23.00 - Medina