Bilurin er ein rættuligur showbilur. Sum tað sæst á myndunum, er talan um ein flottan bil, har nógv er gjørt burturúr. Pia og Carsten Nielsen búgva í Køge. Carsten er bilførari, og bilurin er hansara arbeiðspláss.
Scania bilurin varð keyptur í 2007 og er umbygdur og lakkeraður bæði uttan og innan. Pia er útbúgvin postalínsmálari, og hevur hon verið við til at seta dám á bilin við sínum hugskotum.
Á Trucker Festivalinum vóru tey alla tíðina um bilin og ansaðu væl eftir at einki kom upp á hann.
Tey seldu eisini The Dragon plakatir við mynd av bilinum, og tey vóru nógv sum keyptu sær eina plakat heim við. Bilurin varð eisini kosin Ársins Showbilur 2009.










