Tú Sólvá. Hví spæla tit í so langum shortsum. Eru tey ikki øgiliga besverlig at spæla í?
- Jú. Tey eru nokk so besverlig. Vit burdu havt hasi strømmu shortsini, sum flogbólturin hevur.
Tað er jú eisini tað, sum FIFA-forsetin, Sepp Blatter, hevur skotið upp. Tekur tú so undir við honum?
- Tey eru ikki so stór allíkavæl. Kanska virka tey so hjá Malenu, men ikki hjá mær. Men eg haldi, at hesar nýggju troyggjurnar hjá okkum eru feitar.
Jú. Tær eru flottar. Men hevði tað altso ikki verið nógv lættari at spæla í onkrum strømmum draktum. Akkurát sum rennarar ella flogbóltsspælarar?
- Ikki ordiliga strømmum. Men tær kundu kanska verið eitt sindur tættari. Eitt nú eru hesi shortsini frá monnunum, og tey eru large, so tey kundu verið eitt sindur minni.
Ok. Men hvat nummar brúkar tú í skóm?
39!










