Shitboys fara á Spot

Føroyski punkbólkurin skal spæla á kendum donskum festivali

(Mynd: Jack Parker)

Tá ið Spot Festivalurin verður hildin í Aarhus í Danmark dagarnar frá 6. til 7. mai verða tvey føroysk nøvn á plakatini.

 

Í dag hevur Spot boðað frá, at føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys skulu spæla á festivalinum, og frammanundan er kunngjørt, at Brimheim eisini skal vera við.

 

Spot Festivalurin er serliga ætlað nýggjari tónleikanøvnum, og fleiri føroyskir bólkar hava gjøgnum árini spælt á festivalinum.

 

(Mynd: Jack Parker)