Talv
Í Lettlandi eru telvarar sum heild álopssinnaðir. Lettlendingurin og heimsmeistarin í 1960-61 Michail Tal (1936-1992), var kendur sum ein positivur telvari við óteljandi vøkrum kombinatiónum, sum oftani úrslitaðu seg til hansara fyrimun. ?Troldmanden fra Riga?, kallaði Bent Larsen hann.
31 ára gamli Alexei Shirov (2713) er upprunaliga úr Lettlandi, men hevur síðani seinast í 90´unum umboðað Spania, har hann nú er búsitandi. Hann fekk í sínum talvuppvøkstri seinast í 70´unum og 80´unum - tá Tal framvegis var millum mætastu telvararnar í heiminum ? nógvan lærdóm og íblástur frá júst legenduni Tal.
Shirov stendur einki aftanfyri Tal, tá talan er um taktiska og kombinatoriska telving. Eisini Alexander Shabalov (2624) úr Lettlandi, hevur somu talveyðkenni sum Tal.
17th Ciudad de Leon
Eftir kappingarsigurin herfyri hjá Shirov í sterku kappingini Sarajevo, har Shirov fekk 7,5 stig av 9, gekk leið hansara saman við Svidler (2733), Vallejo Pons (2666) og Radjabov (2670) til spanska býin Leon í Spania. Teir mannaðu tí seytjandi siðvondu kvikkappingina.
Fyrst telvaðu teir hálvfinalur, fýra talv í hvørjum dysti; Svidler vísti unga spániólanum Pons onga náði, og vann 3,5 ? 0,5.
Radjabov hevði leiðsluna móti Shirov, men høvuðsspersónur okkara í dag fekk útjavnað til 2-2. Eisini í snartalvsumdystinum megnaði Shirov at koma afturíaftur, og vann loksins jøvnu uppgerðina.
Finalan sunnudagin bleiv als ikki eins spennandi sum væntað, tá tveir sterkir 2700+ telvarar hittast. Talvið í blaðnum í dag knekkaði helst Svidler. Eftir einans 13 leikir legði Svidler kongin, og eftir hetta pínliga tap, kom russin ikki fyri seg aftur. Shirov vann leikandi lætt 3,5 ? 0,5.
Hans Kristian og Martin
Talvfjakkararnir eru í løtuni í Budapest og royna seg aftur í First Saturday kappingini. Teir hava møguleikar at vinna sær normar í kappingini. Hetta krevst umleið 7-8 stig av 11 umførum.
Eingin løtt uppgáva. Teir hittust longu í fyrsta umfari og úrslitið varð javnleikur. Meir um kappingina í næstu viku.