Myndin er ikki frá loftálopunum á Shifa-sjúkrahúsið í dag.

Shifa-sjúkrahúsið aftur rakt av loftálopum

Eygnavitnir siga sambært AP-tíðindastovuni, at fleiri fólk eru deyð og onnur særd í nýggjum loftálopum á stóra sjúkrahúsið í Gazabýi.

Myndin er ikki frá loftálopunum á Shifa-sjúkrahúsið í dag.

Í dag vita útlendskir miðlar at siga, at størsta sjúkrahús í Gazageiranum, Shifa-sjúkrahúsið í Gazabýi, enn einaferð er rakt av loftálopum.

 

Eygnavitnir á staðnum siga sambært AP-tíðindastovuni, at fleiri fólk eru deyð og onnur særd í álopunum.

 

Sjónvarpsrásin, Al Jazeera, hevur sent myndir, sum sagt verður eru frá álopunum i dag, og her liggja fleiri lívleys fólk og sløðast millum bygningarnar á sjúkrahúsøkinum. 

 

Sambært AP vátta tvey fólk, sum hava søkt sær skjól á økinum, at her hava verið loftálop aftur í dag.

 

- Assad Abu Radwan, sum var vitni til álopið, sigur seg hava talt fimm lík og leggur aftrat, at hann hjálpti øðrum særdum at søkja sær skjól innandura, sigur AP-tíðindastovan.

 

Tíðindastovan NTB, sum eisini umrøður loftálopið á Shifa-sjúkrahúsið í Gazabýi, sigur, at Ísrael higartil einki hevur sagt um loftálopið í dag.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er ikki frá loftálopunum á Shifa-sjúkrahúsið í dag.