Kiev, Ukraina: Eftir at Ukraina tapti fyri Skotlandi í EM-undankappingini leygardagin, eru møguleikarnir hjá landinum at sleppa við til EM-endaspælið næsta summar farnir.
Landsliðsvenjarin Oleg Blokhin hevur áður sagt, at um hann ikki megnaði at føra liðið til endaspælið, so vildi hann lata venjarasessin til annan mann. Men tað heldur stóra stjørnan á landsliðnum, Andrej Shevchenko, er eitt vánaligt hugskot.
– Landsliðsvenjarin hevur ikki einsamallur ábyrgdina av, at vit ikki koma víðari frá bólkinum. Blokhin er maðurin aftanfyri størsta avrikið í ukrainskari fótbóltssøgu við fjórðingsfinaluni í HM, og eg vóni, at hann heldur fram sum landsliðsvenjari, sigur Shevchenko við ukrainskar miðlar undan dystinum ímóti Føroyum í morgin.
Aðrir spælarar eru ikki eins sannførdir um dygdirnar hjá Blokhin. Liverpool-spælarin Andrej Voronin hevur áður ført fram, at Blokhin bert hevur virðing fyri sær sjálvum og Shevshenko. Ein útsøgn, sum sjálvsagt ikki fall í góða jørð hjá venjaranum, sum skýrdi Voronin at vera beinleiðis orsøkin sigursmálið, ið Italia fekk ímóti Ukraina í dystinum teirra millum í september.
Men hóast tað eftir øllum at døma er vátt í reiðrinum millum Blokhin og Voronin, sum byrjaði áleyparin inni í dystinum móti Skotlandi leygardagin.