Champions League
Næst seinasta umfarið í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini varð spælt týs- og mikukvøldið. Í fleiri bólkum hevur oddastøðan nú teknað seg heilt sjónliga, men onkra staðni er spenningurin tó framvegis stórur.
United í trupulleikum
Ikki minst er talan um spenta støðu í bólki D. Har varð annars roknað við, at Manchester United skuldi vinna seg trygt víðari, meðan Villareal, Lille og Benfica máttu striðast um annað plássið.
Men enska stórfelagið er í løtuni á triða plássinum, og teir verða nú noyddir at fáa í minsta lagi ein javnleik - og helst ein sigur - í seinasta útidystinum móti Benfica, um teir skulu vinna seg víðari. Týskvøldið hevði United vitjan av Villarreal, men enn einaferð máttu heimaáskoðararnir sanna, at talan gjørdist um vónbrot í 0-0 dysti. Benfica og Lille spældu somuleiðis javnleik. Støðan í bólkinum er nú, at Villarreal hevur 7 stig.. Lille og Man U hava 6 stig, men franska liðið hevur betri innanhýsis roknskap. Og við 5 stigum er langt í frá víst, at leikluturin hjá Benfica er av.
Sheva bjargaði Milan
Eitt annað stórfelag, sum hevur verið í trupulleikum, er italska AC Milan,. Teir høvdu mikukvøldið truplan útidyst móti Fenerbache, og her gjørdist talan um satt Sheva-Show. Ukrainski Andrey Shevchenko skeyt nevnliga øll fýra málini, sum góvu Milan eitt gott útgangsstøði undan seinasta dystinum. Men enn hava bæði PSV og Schalke møguleika at órógva oddaliðið. Schalke vann annars tryggan sigur á PSV, tá liðini spældu mikukvøldið. Støðan í bólki E er nú, at Milan hevur 8 stig. Tað sama hevur Schalke, meðan PSV Eindhoven hevur 7 stig.
Favorittarnir
Í hinum bólkunum tykist talan vera um støður, har stóru favorittarnir longu hava tryggjað sær víðari luttøku.
Bayern München ogJuventsu eru víðari í bólki A, eins og Arsenal og Ajax eru tað í bólki B.
Í bólki C er Barcelona væl og virðiliga komið víðari, og so er spurningurin, hvørt Udinese, Panathinaikos ella Werder Bremen skulu taka næsta plássið.
Í bólki F er Lyon heldur óvæntað trygt á odda, eftir at teir megnaðu javnleik á útivølli móti Real Madred. Men kongaliga spanska felagið hevur tó eisini tryggjað sær víðari luttøku.
Liverpool og Chelsea eru bæði vís í í víðari luttøku í bólki G, meðan Inter somuleiðis hevur vissað sær víðari atgongd í bólki H. Har er tó framveigs hørð kapping um næsta plássið, og stendur kappingin her millum Rangers, Petrzalka og Porto.