Shevchenko & Co. í leysari luft

Við evstamark okkara var enn ikki avgjørt, hvørt landsdysturin millum Føroyar og Ukraina skal spælast leygardagin

Fótbóltur
Jákup Mørk

UEFA hevði boðað frá, at skuldi talan verða um at flyta dystin, soleiðis sum FSF og Ukrainska fótbóltssambandi ynskja, so skuldu hini londini í bólkinum játtað hesum áðrenn klokkan 12 í dag. Føroyska ynskið er, at dysturin verður fluttur frá komandi leygardegi, og at hesin ístaðin verður spældur tann 22. august.
Beint undan evstamarki okkara høvdu vit aðalskrivaran hjá FSF, Ísak Mikladal, í telefonini, og hann sigur, at enn verður bíðað eftir svarið frá Fraklandi.
Roknast kundi annars við, at serliga Italia og Frakland møguliga høvdu áhuga í, at umstøðurnar hjá Ukraina vóru so vánaligar sum gjørligt, tá teir skulu spæla her. Hetta tí sannlíkindini fyri einum málleysum javnleiki tá helst eru størri. Men italska fótbóltssambandið hevur so játtað, at dysturin verður fluttur, so liggur kavabólturin í hondunum frá franska fótbóltssambandinum.