Sheva á veg inn í hitan

Gloymdi álopsspælarin Andrej Schevchenko er kanska á veg inn í hitan aftur í Chelsea. Síðani Schevchenko varð keyptur til Chelsea fyri nøkrum árum síðani, hevur tað bert gingið niður á bakka hjá fyrr vandamikla ukrainska spælaranum. Men nýggi venjarin hjá Chelsea heldur, at brúk kann gerast fyri Schevchenko í hesum kappingarárinum.