Í summar skifti ukrainski álopsspælarin Andrej Shevchenko, sum Føroyar sleppa at spæla ímóti næsta ár, til enska felagið Chelsea. Higartil hevur tað tó ikki gingið meira enn næstbest hjá Sheva í Chelsea, og søgur hava gingið um, at hann fer aftur til Italia at spæla fyri gamla felag sítt AC Milan. Men hetta avsannar høvuðspersónurin sjálvur.
- Eg havi ongar trupulleikar við, at felagið keypir nýggjar spælarar í javuar. Eg verði verandi her. Eg hevði eisini truplar tíðir i Milan onkuntíð, men eg gevi ikki upp, sigur Shevchenko við enskar fjølmiðlar.