Sheva er til reiðar

Tað hevur ikki altíð verið so lætt hjá Andrej Shevchenko, síðani hann kom til Chelsea

Ukrainin varð tá mettur millum bestu spælararnar í heiminum, men hann hevur havt trupult við at vinna sær fast pláss hjá Chelsea. Ikki minst tí Didier Drogba hevur sýnt satt stórspæl í skjótt fleiri ár. Júst nú er Drogba tó úti við skaða, og tí møguleikanum sigur Shevchenko seg vilja taka av. – Didier er ein týðandi spælari hjá okkum, men nú hevur venjarin givið mær møguleikan, og so skal eg prógva, at eg kann taka av ,sigur Shevchenko, sum skoraði annað av málunum hjá Chelsea um vikuskiftið.