HM Bólkur H
Talan var kanska um ársins handil, tá Chelsea fyri stuttum kundi boða frá, at teir fyri góðar 300 mió kr. hava keypt Andriy Shevchenko úr AC Milan. Talan er um nógvar pengar fyri ein fótbóltsspælara, og sjálvt ikki Roman Abramovich er vanur við at leggja slíkar upphæddir á borðið.
Men tað gjørdi hann tó gleðiliga. Tí í Andriy Shevchenko fær Chelsea ein álopsspælara, sum ikki bara er í heimsflokki. Teir fáa eisini ein spælara, sum gjøgnum fleiri ár hevur sýnt seg sum ein tann sterkasta í krevjandi italsku Seriu A.
Skúgvaðu alt til viks
Og skal tosast um HM, so eru ukrainsku vónirnar sera nær tengdar at Sheva. Í undankappingini, har Danmark, Grikkaland og Turkaland so ruddiliga vórðu skúgvað til viks, var uppskriftin hjá liðnum hampuliga einføld. Snøgt sagt, so ráddi um at standa sera sterkir í verjuni, har kynisnman oftani var í hásætinum, og so skuldi skjótleikin hjá Shevchenko brúkast sum hvast álopssvørð.
Hóast royndirnar tær báðar seinastu ferðirnar vóru miseydnaðar, so var eingin ivi hesaferð. Við seks málum var Shevchenko toppskjútti, tá Ukraina trygt endaði framman fyri Turkaland, og so kundi landið sum hitt fyrsta europeiska fegnast um HM-atgongumerkið.
Og tað er eingin orsøk at halda, at uppskriftin verður stórt øðrvísi hesaferð. Við Oleg Blokhin hevur Ukraina ein venjara, sum í síni tíð hevði nógvar av teimum dygdum, sum í dag eyðkenna Sheva. Og við Vrobey og Voronin hevur nýggi Chelsea-spælarin eisini nakrar álopsfelagar, sum kunnu stuðla í kontraspælinum.
Eyðmjúk stjørna
Vit mugu seta okkum nøkur realistisk mál, og síðani arbeiða eftir hesum. Eg veit væl, at Blokhin segði, at nú ætla vit at vinna HM, men tað mundi nú vera til stuttleikar. Bara tað, at vit eru her, er nakað stórt fyri okkum, og hóast vit ikki koma víðari, so vil talan vera um eina væl eydnaða kapping fyri okkara viðkomandi.
Soleiðis sigur Sheva sjálvur, og tað er kanska eisini eyðkennandi fyri eyðmjúka spælaran.
Skúlaður í Dynamo Kiev undir legendariska Valerij Lobanovski, er Sheva vanur við, at kollektivið altíð kemur fram um einstaka spælaran. At bæði venjarin og flestu av liðfeløgunum eisini hava gingið í sama skúla, ber við sær, at liðið ikki er heilt so viðbrekið fyri skaðum, og tí hava teir eisini havt ráð til, at ein spælari sum Rebrov als ikki longur vísir tað, sum hann gjørdi fyri tveimum-trimum árum síðani.
Men mannin við sjey-talinum á rygginum fáa teir kortini ikki verið fyriuttan. Um hann vil tað ella ikki, so er Shevchenko fólksins hetja í Ukraina. Fátæka og mangan eyðrænda landið, sum við HM-luttøkuni røkkur einum av stoltastu løtunum í søguni.