Komandi hóskvøld klokkan 19.45 verður fyrri Europa League Play Off dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol úr Transnistria, tó er talan um Moldova í fótbóltshøpi.
Samlaði vinnarin av uppgerðini millum KÍ og Sheriff endar í bólkaspælinum í Europa League. Taparin endar í bólkaspælinum í Europa Conference League.
KÍ fekk ikki tað allarbestu upptaktina til dystin komandi hóskvøld við einum 1-1 javnleiki á heimavølli við Djúpumýru móti 07 Vestur.
Sheriff hinvegin fekk tað perfektu upptaktina til dystin á Tórsvølli komandi hóskvøld.
Sheriff vann í kvøld á heimavølli stórsigur 5-0 á Dacia Buiucani. Longu í steðginum var Sheriff á odda 4-0.
Talan var tó um tað aftasta liðið í bestu moldavisku fótbóltsdeildini.
Talan var eisini bert um triðja umfarið í verandi kappingarárið í Moldova.