Shell vælkomið aftur til Føroya

-Shell skal vera vælkomið aftur til Føroya at leita eftir olju sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum í eini viðmerking til tíðindini um, at Shell hevur søkt um teigar í 19. bretska leitingarumfarinum, heilt upp at føroyska markinum.

 



Oljuleiting


Eyðun Elttør sigur, at teir longu tá Shell tók seg úr Føroyaøkinum fyri umleið tveimum árum síðani, søgdu felagnum, at tað skuldi vera vælkomið aftur til Føroya seinni, um teir broyttu meining.


Eyðun Elttør sigur annars, at tað vóru kanska serligar orsøkir tá, sum gjørdu, at Shell tók seg úr Føroyaøkinum, eitt nú lágir oljuprísir og tann sannroynd, at teir tá heldur vildu gera íløgur aðrastaðni. Landsstýrismaðurin dugir heldur ikki at síggja nakran trupulleika, um so er at Shell ynskir at gerast partur av einum av loyvunum, sum longu eru latin, og um so er, at verandi loyvihavari ynskir hetta.


Landsstýrismaðurin í oljumálum bíðar annars í spenningi eftir úrslitinum av tí 19. bretska umfarinum. ?Tað ljóðar, at oljufeløgini, sum hava søkt, fáa boð longu í apríl, og tess fleiri feløg eru við í komandi leiting á bretskum øki heilt upp at okkara marki, tess størri áhuga skuldi okkara øki eisini fingið fyri tey. Eyðun Elttør sipar við hesum til møguleikan fyri, at tað kunnu finnast oljuprospekt ella veruligar oljukeldur, sum liggja báðum megin markið. Fáa oljufeløg, sum fara at bora bretsku megin markið, fatur í einum oljufelti, sum eisini er inni á føroyska økinum, so vil tað sjálvsagt hava stóran áhuga fyri okkum eisini. Og øvugt.


?Eg meti tí 19. leitingarumfarið í bretskum øki at hava stóran týdning fyri komandi leiting á føroyska landgrunninum eisini og ikki minst fyri einum framtíðar samarbeiði á øllum Atlantsmótinum ? tvørtur um mark sigur Eyðun Elttør, sum á ongan hátt dylur fyri, at hann sær stórar møguleikar fyri samstarvi á Atlantsmótinum í framtíðini. Hann sigur, at tað er í føroyskari interessu, at fleiri oljufeløg, eisini slík, sum ikki eru við í fyrsta leitingarumfari við Føroyar, sleppa framat at leita í bretska økinum. Tað kann so gera, at tey vera áhugað fyri at vera við í leiting føroysku megin eisini. Og tess fleiri feløg eru við í hesi leiting, tess størri er møguleikin fyri at finna olju.