Heilsurenningin hjá Shell, sum vegna vánaligt veður ikki bleiv av nøkrum í síðstu viku, verður nú leygardagin kl 16 Tiltakið er ætlað øllum fólkum, eisini teimum sum bara hava hug at ganga teinin. Tað er Shell, sum skipar fyri hesum tiltaki, men tað er í samstarvi við Treystið, Bragdið og Roysnið sum skipa fyri hesum tiltaki.
Hesaferð verður runnið á Shellstøðini í Klaksvík, Gøtudali og Ringvegnum í Havn
Runnir verða tveir teinar, ein uppá tríggjar kimometrar og ein upp á fimm kilometrar. Gentur og dreingir kunnu bert renna tann styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra teinin. Tað verður deilt upp í bólkar ? eftir kyni og aldri.
Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni
Gentur/Dreingir f. 1999-2001
Gentur/Dreingir f. 1996-1998
Kvinnur/Menn f. 1963-1995
Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr
Øll, sum luttaka, fáa frukt og vatn á málinum, og heiðursmerki verða latin til trý tey bestu í hvørjum bólki.
Tilmelding kann gerast á málinum, ein tíma undan sjálvari renningini.