Shell skiftir til Magn

Nú hvørvur skelin á búmerkinum hjá oljufelagnum, sum nú skiftir frá Føroya Shell til Magn.

Føroya Shell skiftir í hesum døgum samleika og øll skelti og búmerki, og pumpur verða nú reyð og grøn ístaðin fyri reytt, hvítt og gult, sum hevur verið liturin hjá Shell. Støðin á Frælsinum er tann fyrsta, sum skiftir til Magn. Magn merkir orka og felagið verður í framtíðini bæði oljufelag og orkuveitari.

Eftir 1. apríl hvørvur navnið Shell av føroyska marknaðinum. Shell hevur verið umboðað í Føroyum síðan 1925.