Shell selur út í Føroyum

Heimsins størsta oljufelag, Shell, sum er millum tey mest virknu í oljuleitingini við Føroyar, er farið at selja út av sínum loyvum á føroyska landgrunninum, vestan fyri Hetland og í Norðsjónum veit Sosialurin frá keldum í oljuvinnuni.

Shell er millum tey feløgini, sum hevur lut í flest loyvum í hesum partinum av heiminum. Við Føroyar hevur Shell lut í ikki færri enn trimum ymsum loyvum, teirra millum Brugduni, sum varð borað í fjør og í William, sum verður borað í heyst. Um hetta er ein ábending um, at felagið ikki metir eitt nú leiting á Atlantsmótinum nóg áhugaverda longur er ilt at siga, men tað nýtist ikki at vera so. Tað er ikki óvanligt, at oljufeløg selja út av sínum loyvum fyri at spjaða váðan ella tí tey leggja seg eftir eini nýggjari strategi. Sum skilst hevur felagið sett nøkur av loyvum sínum til sølu á oljumarknaðinum. Hetta veit blaðið frá eitt nú oljufeløgum, sum eru virkin vestan fyri Hetland og við Føroyar. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking frá Shell. Frá Jarðfeingi fáa vit tað svar, at tey geva ikki upplýsingar um, hvat oljufeløgini fyritaka sær. Tað mugu vit fáa frá feløgunum sjálvum.

 

Shell er sum sagt við í Williambrunninum, sum skal borast í heyst.